Hví ger Gud so nógv burturúr?
Í Dómarabókini kapittlunum 6-8 lesa vit um Gideon og bardagan, ið hann leiddi ísraelsmenn ígjøgnum ímóti Midianitum. Gideon savnaði sær eitt herlið á 32.000 mans, men teir vóru í stórum minniluta. Hóast hetta sigur Gud í tveimum førum, at Gideon hevur ovmikið herlið við sær. Herliðið verður at enda skorið heilt niður til 300 mans. Til endans kann lesast, at ísraelsmenn vinna sigur. Men hví minkar Gud um herliðið, tá teir frammanundan eru í minniluta? Tað verður sagt í 7. kapittli, 2. versi:
”Tú hevur ovmikið herlið við tær, til at eg kann geva Midian upp í hendur teirra. Ísrael kundi so statt farið at bretta sær upp móti mær og siga: ”Við egnari megi havi eg bjargað mær.”
Gud visti, at um herliðið var størri, høvdu ísraelsfólk róst sær sjálvum við, at teir vunnu sigurin. Men Gud vil, at fólkið skal síggja, hvat hann er mentur at gera.
Eg ímyndi mær, at Gideon hevur havt hug til at siga Gudi nei til at skera hópin niður. Tað gav ikki meining í hansara eygum og hevði óivað heldur ikki givið meining fyri okkum. Men Gud veit, hvat vit hava í væntu, og við honum eru vit ment at vinna á hvørjari avbjóðing, ið móti okkum kemur. Vit kunnu kanska standa spyrjandi, tá hann ger okkurt, ið ikki gevur meining í okkara eygum, men Gud veit akkurát, hvat hann ger.