Hví kallar Gud meg?

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen

Gud kallar ikki tey, ið eru klár. Hann ger tey klár, ið hann kallar.

Hvat er tín fyrsti tanki, tá tú verður biðin til eina stóra uppgávu? Hugsar tú – ja tað vil eg fegin, ella er tín fyrsti tanki – nei, hatta veit eg ikki, um eg megni.

Tá Gud bað Móses leiða fólkið úr Ísrael svaraði hann ”Hvør eri eg, at eg kann fara til Fárao og føra Ísraelsmenn út úr Egyptalandi?” (1 Mós 3,11) ”Men teir munnu ikki fara at trúgva mær og ikki lurta eftir mær” (2 Mós 4,1). Móses hevði fleiri umberingar, men Gud kallaði ikki Móses, tí hann var nakað serligt. Gud hevði bara brúk fyri Mósesi fyri at vísa, hvussu stórur Gud sjálvur var. Gud kann bert brúka tey, ið eru nóg lítil til at viðganga, at tey hava tørv á Jesusi.

Vit hava ofta lyndi til at trekkja okkum frá uppgávum, tí vit føla, at vit ikki megna tær. Tá vit siga ja til eitt hvørt arbeiði í Guds ríki, eru tað ikki vit, sum skulu gera arbeiði einsamøll. ”Far nú; tí at eg skal vera við munni tínum og kenna tær, hvussu tú skalt tala” (2 Mós 4,12) Tað er Gud, sum vil fortelja sín boðskap, men hann vil nýta okkum sum síni sendiboð. Tað einasta vit skulu gera er at svara – “Her eri eg – send meg” (Jes 6,8) og líta á, at Gud skal verða við og hjálpa okkum.

Gævi at vit øll minnast hesa regluna: Gud kallar ikki tey, ið eru klár. Hann ger tey klár, ið hann kallar.