Aftur til forsíðu

Hvíl hjá Gudi

Hvíl hjá Gudi

Skrivað: Jákup E. Petersen

“So stendur tá enn eftir ein sabbatshvíld fyri Guds fólk. Tí at tann, sum gingið hevur inn til hvíld hansara, hevur eisini sjálvur fingið hvíld frá gerningum sínum, eins og Gud frá sínum.” (Hebr 4,9-10)

Tá ið alt var fullgjørt og gott í skapanarsøguni, hvíldi Gud. Og menniskjuni hvíldu saman við Gudi. Tað var friður, lívið var meiningsfult, arbeiðið eydnaðist, kærleikin valdaði og hvíldin kundi njótast í Guds nærveru. Alt var fullkomið.

Tú ert skapað til hvílu hjá Gudi. Men ein stór hóttan móti hesi hvíld er avgudurin, vit kunnu kalla ídni ella arbeiðssemi. Alla tíðina at vera í gongd og ongantíð taka sær tíð at hvíla frá sínum arbeiði, er tekin um, at tú tilbiður títt arbeiði og væntar, at tað gevur tær alt, ið tær tørvar. So er arbeiðið vorðið tín Gud.

Men er tað øvugta ikki leti?

Tað smakkar onkursvegna illa at siga, at vit mugu hvíla okkum. Tí samfelagið, vit elska, krevur arbeiðið alla tíðina. Onkur má arbeiða, fyri at ein annar kann hvíla seg.

Og okkara kappingarsamfelag hevur elvt til, at tað er dámligt at siga: Eg eri upptikin og havi ikki tíð. Tað gevur tær týdning.

Ein, ið hevur verið ærlig um hetta, er songkvinnan Madonna. Hon hevur sagt soleiðis:

“Tað, sum drívur mítt lív, er tankin um einans at vera miðal. Og alt mítt lív hevur snúð seg um at vinna á tankanum um at gerast ófullkomin. Aftur og aftur. Og tað skumpar meg fram. Tí hóast eg eri vorðin viðurkend, so má eg framvegis prógva, at eg eri verd viðurkenningina. Mín kampur verður nokk ongantíð liðugur.”

Gleðiboðskapurin er, at tað stendur enn ein hvíld fyri framman. Og longu nú er tað møguligt at ganga inn til hana. Inngongdin er Jesus sjálvur.

Tilbið pengar, og tú fær aldrin nóg mikið. Tilbið vald, og tú verður stýrd av valdi. Tilbið makan ella børnini, og tú knúsar tey, og tey bróta títt hjarta.

Tilbið Gud, og hann gevur tær hvílu. Nú og um ævir!

A+