Hvønn velur tú?
”Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg.”
2.Mós.20,3
Tað eru tvinnanda stórar syndir – umframt vantrúgv, sum er tann størsta syndin. Líkasum tað vóru tvær steintalvur við boðunum.
Tað fyrsta og stóra boðið – og boðið um at elska og ikki vanæra foreldrini, ikki at stjala, dríva hor, tala ilt um annan og ynskja sær annans mans ogn – alt hetta er stór synd, men vit hugsa ofta ikki um, at Gud hevur sagt: Tú mást ikki hava aðrar gudar. ”Míni børn,” skrivar Jóhannes ápostul, ”varið tykkum fyri avgudunum.” Og tey, sum hava fatan av hesum, tey skilja eisini týdningin av 2. og 3.boði!
Tað kom ein maður sendur av Gudi, navn hansara var Jóhannes. Hann vitnaði um Jesus, fyri at øll skuldu trúgva – venda um og verða Guds børn; og øll, sum tóku ímóti Jesusi, fingu kraft til at verða Guds børn, at avnokta tað illa og elska Gud.
Tann dagur kemur fyri ein og hvønn, sum hevur móttikið ta fríu náðina, tá hann má velja at ganga tann breiða ella tann smala vegin, – velja annaðhvørt Gud ella verðina, annaðhvørt at fylgja sínum egnu lystum og synda ella stríða ímóti tí illa.
Hvønn veg velur tú?