Hvør ber tínar byrðar?

Skrivað: Judith Johannessen

“Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu” (Matt 11,28)

Eg vænti, at vit øll hava havt tíðir, har vit hava havt tungt at bera á onkran hátt. Lívið kann raka hart viðhvørt. Men hvar fara vit við okkara byrðum? Vit sum trúgvandi hava ein, sum gav sítt lív fyri allar okkara byrðar – og hann biður okkum koma til sín við teimum.

Ofta er tað tó nógv lættari sagt enn gjørt – vit hava lyndi til at bera upp á alt sjálvi. Hvussu kunnu vit so fara til Jesus við teimum, og hvussu gera vit tað? Eg upplivi ofta, at tá eg lurti eftir lovsangi, sleppur Guð framat við sínari hvílu. Hann talar eisini ofta við tekstunum inn í mína støðu og inn í tað, eg berið upp á ella stríðist við.

Eg hugsaði at vísa á 2 sangir, sum hava verið mær kærir og hava hjálpt mær at seta orð á tað, sum eg ofta havi borið uppá.

“I know I’m not strong enough to be
Everything that I’m supposed to be
I give up, I’m not strong enough
Hands of mercy won’t you cover me
Lord right now I’m asking you to be
Strong enough, Strong enough
For the both of us” – Strong enough – Matthew West

“Jeg lægger byrden her
i troen på, at du er lige her.
Bekymringer de vælter troen ned.
Du kender min smerte.

I magtesløshed er du nær ved mig,
du kender min tvivl, alt er set af dig.
Om alt ændrer sig, Gud, du ændres ej,
jeg kan stole på dig.” – I magtesløshed – Christoffer Højegaard

Guð talar ofta við meg, og sikkurt nógv onnur, gjøgnum lovsangir – sikkurt tí hann veit, at har fær hann meg at lurta. Hvussu talar hann við teg? Nær sleppur hann framat hjá tær? Hvussu fert tú til hann við tínum byrðum, og tí sum tyngir teg?
Hann stendur klárur við opnum ørmum og vil bara, at tú kemur til hann. Alt var fullgjørt á krossinum – tað er bara eftir hjá okkum at koma til hann.