Hvør eigur teg?

Skrivað: Mariann Djurhuus Poulsen

Tá eg vitji sambýli ella ellisheim, ella tá eg møti onkrum eldri enn eg, so fái eg mangan spurningin “Hvør eigur teg?” Og so nevni eg mammu ella babba, ommur ella abbar, alt eftir hvør viðkomandi er, sum spyr, og hvønn eg haldi, at viðkomandi kennir av mínum. Flesu okkara munnu hava upplivað hetta sama, tí familjubond hava stóran týdning her á landi.

Aftanfyri hendan spurning liggur tann sjálvfylgja, at vit hoyra til onkra staðni. Onkur er, sum eigur okkum. Onkur, sum hevur tikið sær av okkum og givið okkum møguleika til at vera tey, sum vit nú eru.

Úti í heimi eru mong, sum ikki hava somu møguleikar til mat, klæðir, heim, útbúgving og annað, sum vit taka sum eina sjálvfylgju. Tað eru eisini mong, sum ikki kunnu siga við stoltleika, at hasin ella handan eigur tey. Tey liva eitt einsamalt og fátækt lív – kanska á gøtuni.

Eg eri glað og takksom fyri mín uppruna og fyri tey, sum hava leitt meg higar, eg nú eri. Men mest glað eri eg fyri, at tey eisini bóru meg til Jesus. Bóru meg til dópin fáar dagar gomul, leiddu meg á sunnudagsskúla, í kirkju og á møti. Lærdu meg at biðja og bóðu fyri mær.

Tí kann eg við gleði eisini siga, at Jesus eigur meg, og eg eigi hann. Mest av øllum er hann tann, sum hevur tikið sær av mær og leitt meg gjøgnum lívið. Og eg eigi vónina og lyftið um, at hann eisini vil leiða meg heim til sín ein dag. So undurfult og stórt og so sera nógv at siga takk fyri. Eg kann tí ikki annað enn bera hesa gleði og vón víðari til mín næsta. Má Jesus hjálpa mær til at gera tað.

“Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín” (Jes 43,1).