Hvør er hann?

Skrivað: Elinborg Osvaldsdóttir

Hvørja ferð eitt lítið barn kemur í verðina, gleðast vit. Einki menniskja fær gjørt náttúruni hetta eftir – tað er eitt undur.

Man tað ikki hava verið undarligt hjá Mariu, tá ið eingilin boðaði henni, at hon skuldi verða við barn og kalla son sín Jesus. Munnu ikki nógvir spurningar hava snarað í høvdi hennara? Hvussu kundi hetta bera til? Og hvussu mundi tað kennast, tá ið hon á fyrsta sinni reivaði hann og ruraði honum?  Hvør var sonur hennara? Hvat fór av vera av honum?

Maria var heppin at vera mamma Jesusar. Hon fekk at síggja, at hann als ikki var sum onnur. Vindur og aldur aktaðu hann, deyv fingu hoyrnina, blind sóu, lamin gingu, svong vórðu mettað og deyð risu upp. Men helst mundi tað vera torførast hjá henni at fata, at sonur hennara ein dag fór at seta hana í frælsi. Sonur hennara, var sonur Guds. Ja, í veruleikanum var hann Gud sjálvur.

Eitt skriftstað úr Gamla Testamenti, sum er skrivað fleiri hundrað ár, áðrenn Jesus varð føddur, ljóðar soleiðis: “Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” (Jes 9,6)

Jesus hevur nógv nøvn – men ikki uttan grund. Hava vit brúk fyri einum at siga alt fyri, hava vit brúk fyri at skelda, rópa um hjálp, takka ella okkurt heilt annað, so er Jesus her til tað sama. Hann er tað fyri okkum, sum vit hava brúk fyri.

Nú kann hetta helst skiljast sum ein sjálvtøka, har frítt val er á øllum hillum, og vit kunnu velja og vraka, sum okkum passar best. Og tað er partvís so, tí Jesus ynskir eitt natúrligt samband við okkum. Vit halda jól, tí at Jesus varð føddur í einum fjósi. Men er hann eisini føddur í tínum hjarta? Hvør er Jesus fyri teg?

 

Gleðilig jól!