Hvør er lukkuligur?

Skrivað: Marjan Nielsen

“Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað” (Sl 32,1).

Hvør kann prísa seg hjartans lukkuligan? Eru tað ikki tey, sum eiga nóg mikið av pengum, flott hús, gott starv, góða heilsu og so framvegis? Hesi mugu vera hjartans lukkulig. Hetta er vanligi hugsunarhátturin hjá okkum menniskjum og jú, sjálvandi eiga vit at siga Gudi takk fyri allar góðar gávur, bara vit ikki lata okkum binda av hesum gávum, soleiðis at alt lívið snýr seg um hesi viðurskifti. Guds orðið hevur nakað at leggja afturat. “Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar og í hvørs anda ikki eru svik”. Hesi eru hjartans lukkulig, tí tey hava fingið synd sína fyrigivna.

Vit, sum øll eru fødd í synd, eru ikki før fyri sjálv at reinsa okkum frá syndini, og tí eru vit sera illa stødd, sjálvt um vit eiga bæði góðs og fæ. Men tíbetur er hjálp at fáa. Jesus vildi sjálvur gjalda syndaskuld okkara við at doyggja fyri okkum, og Gud segði amen til hetta offurið við at reisa hann uppaftur frá deyða. Í trúnni á hetta fullgjørda verkið sleppa vit tí at fjala okkara syndir í Jesu rættvísi, soleiðis at Gud sær okkum ígjøgnum Jesus. Hetta stendur fast, um alt annað rillar, pengarnir kunnu hvørva, heilsan svíkja, og vit kunnu gerast einsamøll, men hvør tann, sum hevur sett sítt álit á Jesu fullgjørda verk á Golgata, kann prísa seg hjartans lukkuligan, tí “..blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd” (1 Jóh 1,7).