Hvør kann verja tann, sum hevur gjørt seg inn á skaparan sjálvan?

Skrivað: Øssur Kjølbro

"Um maður syndar móti manni, dømir Gud teirra millum; men um maður syndar móti Harranum, hvør skal tá koma upp í millum at biðja honum grið?" (1 Sám 2,25a)

Hetta er partur av tí syrgiligu frásøgnini um dómaran Eli og siðleysu synir hansara. Eli roynir at tosa synirnar til fornuft: – Í ósemjum millum tveir persónar kann Gud taka støðu til ósemjuna; tí skaparin er tann hægsti dómarin. Men um ein persónur við líkasælu og ólevnaði vekir vreiðina hjá dómaranum sjálvum – hvør kann tá verja tann, sum einki hevur at umbera seg við?

Well, tað er júst kjarnuboðskapurin í Skriftini, at Gud sjálvur gav okkum ein verja at koma upp í millum skaparan og syndaran! Ein at tala sakina hjá tí seka, sum einki hevur at umbera seg við – okkum! Ja, hann sendi okkum ein púra ósekan, sum kortini skuldi taka alla skuldina hjá okkum seku á seg og fáa ta viðferð, sum vit áttu at fáa. So at vit seku syndarar – av berari náði – fáa grið!

At trúgva á Jesus er einfalt at líta á, at hann stendur við Guds trónu og talar okkara sak. Hav altíð henda Jesus við tær!