Hvørjum gevur tú títt hjarta?

Skrivað: Jákup E. Petersen

“Men teir, sum vilja verða ríkir, falla í freisting og snerru og mangar skilaleysar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjur niður í undirgang og glatan; tí at peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er; av teirri trá eru summir vilstir frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálvar við mongum pínslum. Men tú, Guds menniskja, flýggja frá hesum! Men stunda heldur á rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, áhaldni, spakføri! Stríð trúarinnar góða stríð, gríp hitt æviga lívið, sum tú varðst kallaður til og viðkendi tær hina góðu játtingina fyri mongum vitnum!” (1 Tim 6,9-12)

Ikki eru tað pengar, sum er rótin til alt ilt – sum tað onkuntíð verður tikið til. Girndin eftir pengum er rót til alt tað, sum ilt er. Mong falla fyri tí glitrandi freistingini, sum pengar kunnu vera. So hvussu kunnu vit eiga pengar, uttan at vera bundin at pengum?

Okkara hjarta er soleiðis fyri, at tað vil dyrka okkurt. Vit hava lætt við at skifta Guds sannleika um við lygn, og æra og dyrka skapningin heldur enn skaparan. Øll menniskju eru soleiðis bygd, at vit geva okkara kærleika til okkurt ella onkran.

Sum eitt nú C.S Lewis hevur sagt: “At elska yvirhøvur, er viðbrekið. Elska okkurt, og vandin fyri vónbroti er stórur. Um tú ynskir at tryggja teg ímóti vónbroti, mást tú pakka hjartað væl inn í títt egna sjálvsøkni og ikki geva teg til nakað ella nakran. Men harinni fer hjartað at broytast. Tað brotnar ikki, men verður umskapað, so tað slett ikki kann brotna, ikki kann gjøgnumtreingjast og ikki kann bjargast.”

Spurningurin er: Hvørjum gevur tú hjarta títt? Tí at har, sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera. Hvat er tað, sum skínur fyri tínum hjarta?

Ríkidømi er ein sterkur Gud. Bæði har tað er yvirflóð og har tað er fátækadømi. Tann ríki vil hava meira, og tann fátæki vil hava meira. Loysnin við at selja alt, vit eiga, tykist ikki vera nóg mikið.

Tí sigur Jesus eisini við tann ríka unglingan, sum vildi vita, hvat hann skuldi gera fyri at arva ævigt lív: Sel alt.

Tað, at hann skuldi selja alla ognina til frama fyri tey fátæku, var bara fyrsta stig. Síðani mátti okkurt annað, nevniliga Jesus, gerast meira dýrabart fyri hansara hjarta enn peningur. Tí segði hann: Kom so og fylg mær!

Um Jesus gerst harri, fara pengarnir aftur á sítt rætta pláss. Tá hava vit ovmikið av pengum at gera gott við.