Hvussu gert tú ein ringan dag til ein góðan dag?
”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”
Matt. 11,28
Vit kenna tað øll. Dagurin byrjar illa, børnini eru ring at fáast við, hjúnafelagin strongdur, krøvini á arbeiðsplássinum eru stór og tykjast ógjørligt. Ein starvsfelagi grenjar og støðan versnar, og tað er um reppið, at vit halda, at alt er ein stór byrða – ein byrða, sum vit næstan ikki orka at bera. Vit finna onga meining í nøkrum. Alt gongur av skriðuni. Stutt sagt ein sonevndur óeydnisdagur.
”Hvad gør man, hvad gør man, når alt er gået galt,” syngur Peter Belli í einum av songum sínum. Tað er bara eitt at gera, og tað er at leggja alt yvir á tann einasta, sum er førur fyri at umskapa eina næstan vónleysa støðu til tað betra, nevniliga Jesus. Um vit venda tonkum okkara til hansara heldur enn at halda fram á somu kós, kenna vit broytingina. Vit merkja ein undursaman frið koma inn í sálina. Vit royna at finna loysnir heldur enn at skapa trupulleikar.
Jesus sigur: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ” Jesus er loysnin á sjálvt teimum ringastu trupulleikunum. Bara tað at hugsa um Jesus, at biðja til hansara er í sjálvum sær ein loysn. Vit kenna okkum ikki einsamøll við okkara trupulleikum. Ofta havi eg upplivað, at júst tá ið støðan tóktist vónleys, fann eg loysnina, tá ið eg søkti Jesus í einum stillum suffi ella fór í bøn til hansara. Jesus er ein ótrúligur hugkveikjari og ein góður uggari, tá ið útlitini eru út av lagi. Hann er altíð har. Okkum nýtist ikki so mikið sum at bíða, til hann fær stundir. Hann er bara har.
So tí: Gloym ikki Jesus í gerandisdegnum, uttan mun til, um tað gongst væl ella illa. Eitt er púra vist: Besti dagurin byrjar við eini samrøðu við Jesus, og hann er førur fyri at broyta myrkur til ljós. Byrja dagin við Jesusi, so ert tú í tryggum hondum, uttan mun til hvussu vónleyst alt tykist vera.
Ebbe Jensen, ”Dansk Europamission”. Effie Campbell umsetti