Hvussu kann Gud vera góður og lata so nógv ónt henda í heiminum?
Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. (Jóh 3,17)
”Um Gud er til, hvussu ber tað so til, at so nógvar familjur eru heimleysar, hví er so nógv kríggj og ósemja, manndráp og stuldur?” ”Um Gud er so góður og almáttugur, hví steðgar hann ikki bara tí ónda?”
Hetta eru spurningar, ið flest øll kristin møta minst einaferð gjøgnum lívið. Hetta eru spurningar, sum møguliga hava gjørt, at fleiri trúgvandi hava vent Gudi bakið.
Um Gud gav tær ein knøtt, ið megnaði at útrudda alt tað ónda í heiminum… Bert eitt klikk og alt tað ónda hevði verið vekk – hevði tú trýst á knøttin?
Tín fyrsti tanki er kanska ”sjálvandi!”, men lat meg geva tær ein tanka áðrenn tú trýstir…
Hvar gongur linjan? Hvar er greinsan fyri, hvat er nóg ónt til at útrudda? Hevði tú bara útruddað tey, ið drepa, tey, ið gera seg inn á børn og tey, ið stjala? Ella hevði tú eisini straffað tann, ið snítti til royndina í 8. flokki? Og tann, ið át tók fimmkrónuna, ið hann ikki átti? Og hvussu við foreldrunum, sum lugu um jólamannin? Hvat við tær sjálvum? Hevur tú nakrantíð gjørt nakað ónt? Baktalað, stjolið, drivið hor í tonkum ella gerðum, koyrt ov skjótt? Hevði tú eisini útruddað teg sjálvan?
Gud kann væl útrudda alt tað ónda her í heiminum, men hann elskar teg ov nógv til bara at útrudda teg. Tað var tí hann sendi sonin. Ikki fyri at útrudda, men fyri at fyrigeva.