Aftur til forsíðu

Hvussu sær heimurin, at tú er trúgvandi?

Hvussu sær heimurin, at tú er trúgvandi?

Skrivað: Rúni Hentze

Tá eg herfyri las bóklingin “Venskab med Verden”, kom eg fram á nøkur orð, sum talaðu til mín. Høvundurin, John White, sigur frá, at ein yvirmaður spurdi hann og vin hansara, um teir vóru kristnir. – Vit játtaðu og spurdu, hvat tað var, sum fekk hann at halda tað. – Tit roykja ikki, svaraði hann. – Er tað annars nakað annað?, spurdi eg. – Ja, tað sær ikki út til, at tit drekka, dansa ella fara til veitslur.

– Eg kendi meg illa til passar, sigur høvundurin. Sær hann, heimurin og, ringast av øllum, vit kristnu, bert gudsótta í neiligum ljósi? Høvdu vit ongan kærleika, frið, gleði ella aðrar jaligar síður av heilagleika?

Tað eigur at vera sjónligur munur á trúgvandi og ikki-trúgvandi. Ikki bert á tí, vit ikki gera, men sanniliga eisini á tí, vit gera. “Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald” (Gal 5,22). “Av fruktum teirra skulu tit kenna teir” (Matt 7,16).

Bøn: Harri, hjálp okkum, at heimurin ikki bert má síggja okkara kristindóm á tí, vit ikki gera, men í nógv størri mun á tí, vit gera.

A+