Hvussu skal eg liva?
“Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.”
Gal.2,20
Guds børn spyrja ofta: Hvat eri eg? Tað er, sum hin óndi fær vikað við trúgv okkara, og leiðir okkum inn í ivan, so at vit oftani standa ivandi um, hvat eg má ella ikki má, ella hvussu eg skal vera ella ikki vera.
Hvussu eigi eg so at liva, um eg vil vera eitt rætt Guds barn? Ja, hví spyrja soleiðis, er her nakað at vera í iva um? Jú, fyri tann, sum er av sannleika, tí ivin vil leita til hansara, av tí, at vit eru í eini verð, sum er av tí ónda, og sum hin óndi hevur ómetaliga nógva makt yvir, og sjón gongur fyri søgn, at mong heldur lýða ráð illamans enn ráð Jesu, og vit kunnu sjálv síggja, at Guds børn ikki skammast við at brúka so ljót vápn sum slatur og gera á tann hátt seg sjálvan til skitnar spilliklútar á bygd sum í bý.
Hvussu eigi eg so at liva? Paulus sigur tað her: tað má ikki meira vera tú, men Jesus sum livir í tær, tað skal vera Jesus, sum ræður í lívi tínum, og tað skal í øllum førum vera hann, sum tú leitar til, tá ið tú ert í iva, og tað signaða er, at hann er førur fyri at ráða tær, og ikki vil hann villa teg, men vísa tær vegin, so ivin má víkja, og tú kennir, at ljósur blívur vegur tín!
Nøkur siga: eg kann ikki biðja “Faðir vár”, tí so eri eg noyddur at fyrigeva. Til tey vil eg siga: tak og les Matt.6,14-15, tí skal Jesus liva í tær, so mást tú geva honum rúm, so sum hann er, ja, sum tann fyrigevandi frelsari, hann er, og sum vil læra teg at fyrigeva við sínum sinnalag. Tí tað var hann, sum elskaði og fyrigav meira enn vit nakrantíð vera før fyri at skilja. Hann elskaði meg so høgt, at deyði mín merkti hann við einum blóðigum likami, og arrini vilja ongantíð fara honum av hondum ella fótum, arr, sum eg skal minnast, tá ið talan er um fyrigeving frá míni síðu!
Mátti hetta petti hjálpt okkum til, at tað, sum vit hereftir skulu liva í holdinum, mugu vit liva í trúnni á Guds son, sum elskaði okkum so høgt, at hann fyrigav okkum allar okkara syndir.
Oliver Hansen