Hvussu skilja vit Guds Orð?
”Og somuleiðis um lúðurin gevur ógreidligt ljóð, hvør man tá búgva seg til bardaga?”
1.Kor.14,8
Guds Orð verður ofta brúkt soleiðis, at tað, sum er satt fyri teg, ikki neyðturviliga er satt fyri meg. Vit avgera sjálv út frá okkara skili og lívsáskoðan, hvat ið er rætt, og vit velja gleðiliga tað frá, sum ikki hóvar okkum.
Tað er møguleiki fyri, at vit hevja okkum sjálv upp til at vera fasittið, úrslitið, og at vit snara og benda Guds Orð fyri at fáa tað at passa inn í egnar hugsanir. Vegleiðingin hjá kirkjuni verður veik og víkjandi, tí fatanin gongur í allar møguligar ættir. Um vegleiðingin frá kirkjuni verður ótýðilig, so skapar tað bara hurlivasa, split og ørkymlan. Har tvey kristin møtast, eru brádliga tríggjar meiningar.
„Um lúðurin gevur ógreidligt ljóð, hvør man tá búgva seg til bardaga?“ (1. Kor. 14,8). At savna hermenn um tað týdningarmikla og góða málið hjá kirkjuni dettur niðurfyri, tí fólk renna í allar møguligar ættir. Ein spjadd og ráðaleys kirkja missir trúvirði. Hví skulu vit lurta eftir henni? Hon veit jú ikki so frægt sum, hvat ið hon sjálv meinar. Tað verður høpisleyst, tí tað eru so nógvar ósamsvarandi meiningar, sum útjavna hvør aðra. Í 2.000 ár hevur kirkjan boðað „syndernes forladelse – ikke syndernes tilladelse“.
Einaferð segði Jesus við Pætur: „Hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum.“ (Matt. 16,17).
Fyri at skilja Guds Orð er okkum tørvur á Guds Anda. Tað er avgjørt ein fyrimunur at bjóða honum inn í okkara lestur. Vit kunnu ikki týða Guds Orð sjálv óheft av honum. Hann er Hjálparin, sum vil vegleiða okkum til allan sannleikan. Uttan hann eru vit „lost in space“, og hugsanirnar verða hareftir. Okkara hugsan, grundan og útlegging av Guds Orði verður sum illgras og villsprotar á akrinum, um vit ikki fáa hjálp frá Heilaga Andanum. Tá ið Heilagi Andin sleppur at vegleiða okkum í Orðinum verða fruktirnar: friður, rættvísi, rættur og frelsa. Kyrie Eleison.
Frank Erlandsen, pastorur. Effie Campbell umsetti.