Hvussu skulu vit hugsa okkum Himmalin?
“Tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt” (2 Kor 4,18).
Eitt slíkt dámligt orð halda vit okkum í trúgv kunna taka undir við og goyma og tó strævin at varðveita. Tað er tí, at hitt ósjónliga lætt kann gerast okkum óveruligt. Tað, vit hava sæð, kunnu vit nerta við, og er tí tað veruliga; meðan hitt er meira at kalla ein dreymasjón, okkurt vit sjálv goyma sum eina hugmynd. Tað verður natúrliga sett spurnartekin við Gud, ævinleikan, Himmal og helviti.
Hvussu skulu vit hugsa okkum Himmalin? Ævinleikan? Tað eru mangar fjákutar hugsanir um, at vit verða dubbað sum einglar við veingjum, sum sita allar ævir á einum vátum skýggi og leika harpu. Hetta er tað bera møsn og fjas.
Nei, leggið til merkis, at Bíblian ikki við einum orði sigur slíkt. Bíblian talar um tað, sum ikki verður. “Tað, sum eyga ikki sá , og oyrað ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, tað sum Gud hevur tilbúgvið teimum, sum elska hann” (1 Kor 2,9). “Sí, tjaldbúð Guds er hjá menniskjum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Gud sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.” Og tann, sum í hásætinum sat, segði: “Sí, eg geri allar lutir nýggjar!” (Opb 21,3-5)
Hetta er einasta lýsingin, Gud gevur okkum av okkara æviga heimbýli. Vit fáa at vita um tað, ið ikki er. Og tá ið Gud sjálvur lovar okkum, at hann skal turka tárini av eygum okkara, so merkir hetta, at okkum er loyvt at gráta. Sum gamal vorðin, er lætt at fella tár. Og okkum tykir eisini, at nógv er at gráta um. Um vit ongantíð hava grátið, hvussu kann tá Gud halda lyfti sítt?
Gráti eg á nátt og degi,
hjálp mær, Jesus, at tín gleði
yvir synd og sorgum má
altíð yvirlutan fá.
(Sálmabókin 507)