Í arbeiðsklæðir aftur

Skrivað: Mariann Djurhuus Poulsen

Ein dagin tók Jesus Pætur, Jóhannes og Jákup við sær niðan á eitt fjall at halda bøn. Tað stendur um lærusveinarnar, at teir vóru móðir og sovnaðu næstan. Og munnu vit ikki eisini kenna til, at vit eru líka við at sovna, tá vit halda bøn um kvøldið? Men tíbetur er úrtøkan av bønini ikki tengd at okkara orku ella manglandi orku. Hendan dagin á fjallinum hendir nakað stórt fyri eygunum á lærusveinunum, tá teir eru líka við at sovna.

Meðan Jesus biður, umbroytist hann, og Móses og Elia koma at tosa við hann. Hetta fær lærusveinarnar at klárvakna, og Pætur er so hugtikin av hesum, at hann bjóðar seg fram at byggja tríggjar búðir. Pætur, sum fyrst var avkomin í svøvni, er nú klárur at fara í arbeiðshandskarnar og til arbeiðis. Men lærusveinarnir skulu ikki brúka sína arbeiðsorku her á fjallinum. Her eru teir komnir fyri at biðja.

Soleiðis eigur eisini at vera hjá okkum. Mangan hava vit so nógv um at vera, at vit gloyma bønina. Ella kanska seta vit ikki serliga nógva tíð av til hana. Jesus bað lærusveinarnar koma heilt niðan á eitt fjall at biðja. Ikki bara líka tveir minuttir í bøn, men ein heilur bønartúrur. Og tá upplivdu teir eisini nakað serligt.

Longu dagin eftir eru lærusveinarnir aftur til “arbeiðis”, tá ein stór mannfjøld kemur til Jesus. Hetta visti Jesus, og hann veit eisini, at fyri at vit kunnu vera til arbeiðis í Guds víngarði, so mugu vit fyrst seta okkum við Jesu føtur og fylla á. Ikki bara eina lítla løtu, men veruliga seta tíð av til bøn. Eisini tá orkan er lítil – kanska serliga tá. Ikki fyrr enn tá eru vit klár at fara í arbeiðsklæðir. Tí bøn broytir eisini okkum.

Tú kanst lesa frásøgnina í Lukas evangeliinum 9,28-36