Í dag skalt tú vera við mær í paradís
“Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!” (Luk 23,43)
Krossarorð av Jesu munni.
Jesus veit, at hansara síðsta løta er komin, og at hann nú er á veg heim til faðirin.
Hann hoyrir, at eitt annað menniskja hevur brúk fyri hjálp. Á krossinum, har hann hongur, hoyrir hann ein ránsmann, sum meir enn nakað annað menniskja hevði brúk fyri Jesu náði, rópa á seg. Tað var ikki vanlig hjálp, hann hevði brúk fyri; tað var ynski um frelsu.
Beint áðrenn ránsmaðurin fer inn í deyðan, tekur hann ímóti frelsuni í trúnni á Jesus; “í dag skalt vera við mær í paradís”. Jesu náði er tær nóg mikið; ongin spurningur; onki krav.
Hetta var ikki ein kongur við einum stórum heri, sum kundi bjarga hesum ránsmanni. Nei, tað var ein timburmaður, ættaður úr eini lítlari bygd; kallað Nasaret. Frelsarin hjá ránsmanninum varð negldur á ein kross og bíðaði sjálvur eftir, at faðirin skuldi taka hann heim.
Støðan er enn tann sama; okkum nýtist bert at ákalla Jesus í støðuni, vit eru í beint nú; hann hoyrir ákallan og bøn okkara. Og er bønin hjá tær eitt ynski um frelsu frá tínum syndiga holdi, sigur hann við teg “í dag skalt tú vera við mær í paradís”.
Harri, hoyr mína bøn.