Í faðirs hendi
”Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað. ”
Róm.8,28
Ódnarveður var og torusláttur. Snarljósini gingu, og fólk vóru óttafull. Men lítla Ingibjørg sat púra still og óttaleys. Onkur spurdi hana, um hon ikki var bangin.
”Bangin,” segði hon, ”Nei, hví skal eg tað? Omma segði altíð, at Gud Faðir altíð helt í hinum endanum á snarljósinum!”
Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há,
tín trúfesti røkkur til skýggja,
tín dýrd er um allan heimin at sjá,
tín kærleikssól lýsir til bíggja.