Í Jesunavni

Skrivað: Tórleivur Atlason Rasmussen

”Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt” (Áps 4,20).

Hetta vóru orðini hjá Jóhannesi og Pæturi, tá høvuðsprestarnir, teir skriftlærdu og teir elstu, eftir at teir høvdu fingið at vita, at teir ikki máttu tala ella læra í Jesu navni. Teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og fortaldu teimum um tann upprisna Jesus Kristus.

Ikki langt áðrenn hetta hevði Pætur smoygt sær undan og vildi ikki kennast við Jesus. Eftir at hann hevði møtt tí upprisna, sum vildi kennast við hann kundi einki steðga honum. Tá teir standa framman fyri ráðnum og verða spurdir um í hvørjum navni teir gera tað, teir gera, so tiga teir ikki, og Pætur stígur fram og sigur, at teir gera tað, sum teir gera í Jesu navni. Honum, sum varð krossfestur, men nú er upprisin. Teir vilja ikki tiga, men fortelja um Jesus. Og vit kunnu eisini lesa, at fólk, sum hoyra teir, taka við trúgv á Jesus sum teirra frelsara.

Tá høvuðsprestarnir og teir skriftlærdu síggja, at fólk taka við trúgv, og at maður verður grøddur, sum vit kunnu lesa um áðrenn, og at øll í Jerusalem vita av hesum, tá kunnu teir onki siga ímóti og ikki døma teir. Teir gera so av at hótta teir enn meir, men tað broytir einki. Pætur og Jóhannes vilja fortelja um tað, teir hava sæð og hoyrt, og at tað ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni enn Jesunavni.