Í Jesusi havi eg ein nýggjan samleika

Skrivað: Birita Timothy

“Men av tí at tit eru synir, tá hevur Gud sent anda sonar síns í hjørtu okkara, sum rópar: «Abba, faðir!» So ert tú tá ikki longur trælur, men sonur; men ert tú sonur, tá ert tú eisini arvingi fyri Guds sakir” (Gal 4,4-7).

Hesi vers minna okkum á okkara sanna samleika (hvør ein er) sum Guds børn. Í okkara kristna lívi og tænastu er okkara samleiki í Kristusi heilt grundleggjandi. Men sannleikin er, at eg fyri tað mesta seti mín samleika í samband við tað, sum eg geri ella tað, sum eg ikki geri. Eg lati kenslur, gerðir, tað, sum eg burdi gjørt, men ikki geri, fortelja mær, hvør eg eri. Men tá eg leiti til orðið, verði eg ámint á, at eg altíð fyrst má hyggja at, hvør Gud er og síðani hyggja at, hvør eg eri í Gudi. Um vit ikki dagliga og viðhvørt enntá tímliga minna okkum sjálvi á, hvørji vit eru í Gudi, so er skjótt hjá okkum at gloyma henda so týdningarmikla sannleika. Jú meira føst vit standa í hesi vitan, jú meira eru vit før fyri at møta á okkara lívssvegi uttan at vikast. Harumframt stendur skrivað at Heilagi Andin vil dagliga minna okkum á, at vit eru Guds børn og hjálpir okkum at skilja, hvat tað merkir. Fantastisk tíðindi! Vit, sum trúgva á Hann, hava fingið ein nýggjan samleika í Kristus Jesusi.