Í smíli Guds

”Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.”
Matt.7,7

 

 

Ein smádrongur stóð uttan fyri húsini í sólini og rópti inn til móður sína: ”Móðir, eg standi í smíli Guds!”

 

Nøkur ár seinni doyði móðurin, og drongurin kom til mans; hann fekk álitisstarv í kongsins tænastu. Tess størri eydna var honum fyri, tess rótleysari kendi hann seg. Guds smíl var horvið úr lívi hansara.

 

So ein dagin kemur hann fram á dagbøkurnar hjá móður síni, og hann finnur hetta pettið:

 

”Í dag, tá ið eg kom út í urtagarðin, stóð Mortan har í sólskininum. Hann rópti til mín: eg standi í smíli Guds! – Eg biði teg, Gud, at sonur mín altíð verður standandi í smíli Guds!”

 

Frá tí degi roknaði Mortan alt sum einki, um hann ikki kundi koma at eiga sama Gud sum móðir sín.

 

Og Mortan leitaði, til hann fann trúnna á Gud. Tá stóð hann aftur í smíli Guds. Tá skein sólin í sál hansara.