Ikki eg, men Kristus í mær
Enski sangurin “Yet not I, but through Christ in me” er umsettur til føroyskt, og har ljóðar
niðurlagið so vakurt: “Ígjøgnum alt, mín vón er eina Jesus. Alt mítt lív, eg Honum geva vil.
Tað er himmalsk og kært, eg vil kunngera hart: Ikki eg, men Kristus í mær”
Øll okkara vón liggur á Jesusi. Hansara verk á Golgata, gav okkum eina nýggja vón til lívið.
Eitt fantastiskt lív eftir deyðan, saman við honum. Tá vit hava givið okkara lív til Jesus,
kunna vit liva trygt í hesi vón.
Tá vit leggja alt okkara lív í Hansara hendur, er tað ikki longur eg, men nú er tað Kristus í
mær.
Hetta er ein so fantastisk áminning. Vit eru Jesu amboð. Hann ynskir, at vit skula fara út og
boða hansara gleðiboðskap, og tað er onki av okkum sjálvi. Eg kann ikki frelsa nakran, men
eg kann fortelja øðrum, um alt tað, ið Jesus hevur gjørt fyri meg, og á tann hátt leiða fólk til
Jesus. Hann kann brúka meg, og tá kann eg hvíla trygt í, at tað er ikki eg, men tað er Kristus í
mær.
Jesus leiðir okkum ikki út í nakað, ið hann veit, vit ikki megna. Tá vit søkja hann dagliga, og
brúka okkara lív til hansara æru, arbeiðir hann í okkum. Hann fyrireikar okkum til tær gávur
ið hann ynskir at brúka okkum til.
“hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag,”
Fillippibrævið 1:6b
Tað er fantastiskt at vita, at Kristus livir í mær, og at eg ikki longur havi nakað at vera bangin
fyri.