Aftur til forsíðu

Ikki yvirhála Gud

Ikki yvirhála Gud

Skrivað: Judith Johannessen

“Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar. Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt” (Sálm 139,3-5)

Eg kom at hugsa um eina hending, eg hevði fyri nøkrum árum síðani. Eg skuldi til Havnar at venja lovsang, og eg var longu rættiliga nógv for sein – so eg minnist, at eg signaði meg og hugsaði, at nú má eg royna at skunda mær, so nógv eg kann, men hvat? Eg endaði við at koyra aftanfyri ein politibil allan vegin til Havnar.

– So vildi eg sindur smílast, meðan eg koyrdi, tí at eg hugsaði bara, at Gud hevur humor viðhvørt – og fór at hugsa, at hetta var ein góð myndatala um nógv í okkara lívi. Eg hevði gjarna vilja yvirhála, so eg kundi koyrt eitt sindur skjótari, men eg kundi ikki yvirhála ein politibil, og hann koyrdi jú lógligt. Upp á sama máta hava vit onkuntíð hug at yvirhála Gud, men tað er jú ikki rætt.
Gud leiðir trygt, sikkurt, lógligt og sømiligt á mál. Um vit bara halda okkum beint aftanfyri hann, so koma vit á mál við Gudi sum nummar eitt í rekkjuni.
Onkuntíð hava vit kanska eisini hug at føla, at tað gongur for seint hjá Gudi. Hann svarar ikki ella gevur okkum ikki tað, vit vilja hava, so hava vit hug at taka sakina í egnar hendur og fara framum. Men so er Gud aftanfyri, meðan vit drøna avstað.

Eg var væl vitandi um, at eg ætlaði mær at koyra for skjótt til Havnar, tí eg hevði skund, men so setti Gud eina forðing. Nú gert tú nakað, tú ikki burdi, halt teg til lógina og boðini. Soleiðis er eisini við tí andaliga. Ofta hava vit ætlanir um at gera okkurt, sum vit væl vita er skeivt, og tá er tað, at vit mugu hugsa – at halda okkum til tey boð, sum Gud gevur okkum í bíbliuni, sum eru best fyri okkum og soleiðis, at vit kunnu verða hansara vitni á besta hátt.

A+

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.