Immanuel – Gud við okkum

Skrivað: Øssur Kjølbro

Umleið 700 ár fyri Kristi føðing profeterar Jesaja soleiðis: “Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel” (Jes 7,14).

Immanuel merkir “Gud við okkum”. Tá Jesus Kristus varð føddur av eini ungari moyggj millum húsdjór í Betlehem, gjørdist hetta ítøkiligur veruleiki. Tí Gud sjálvur gjørdist menniskja. Gud búsettist okkara millum.

Amerikanski astronauturin, James Irwin, ið var áttandi maður at seta fótin á mánan, varð seinni spurdur, hvønn týdning tað hevði, at menniskjað hevur sett fótin á mánan. Hann svaraði: “Tað hevur størri týdning, at Jesus Kristus hevur sett fótin á jørðina.”

Men var tað neyðugt? Var eingin onnur bíligari loysn? Nei, Gud gjørdi tað, sum kærleiki hansara til mannaættina noyddi hann til! Tí hann vildi hava samfelag aftur við okkum menniskju – tað samfelag sum vit sjálvi hava brotið við okkara ólýdni. Tí mátti Gud sjálvur fáa eina sáttargerð í lag!

Guds sonur varð føddur inn í henda heim at bjarga mannaættini frá avleiðingunum av hennara egnu gerðum! Ferðin, sum byrjaði jólanátt, tá hann tók okkara kor á seg, endaði langa fríggjadag, tá hann tók okkara synd á seg.

Hann kom at taka forðingina fyri samfelagi millum Gud og menniskju burtur – nevniliga synd okkara. Hann fekk frið í lag í viðurskiftunum millum himmal og heim.

Fyri mong er boðskapurin um Jesus “ov langt úti” so ella so! Men tá Gud í vísdómi sínum velur at gera nakað, ger hann tað. Hann setur ikki eina nevnd at ráðgeva sær. Hann spyr ikki okkum: “Hvat halda tit?” Gud er Gud og vit eru hansara skapningar – ikki umvent!

Spurningurin til okkara er bara ein. Sami spurningur sum Jesus setti Mariu á sinni: “Trýrt tú hesum?”

Gleðilig jól – saman við Jesus-barninum!