Jesus elskar teg.

Skrivað: Mirian Nattestad Mouritsen

“Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” (Jóh 3,16).
Fantastiska góð orð, og væl kend orð, sum mangan verður farið lætt og skjótt um. Men hetta er ein fantastiskur kærleiksfullur Gud, sum sendir sín einasta son í heimin at bjarga okkum menniskjum. Vit menniskju, ið eru full í synd og ikki hava uppiborið annað enn ævigan deyða, fáa møguleikan at verða bjargað og liva ævigt heima í himli saman við Gudi. Fantastiskt!

Ein tanki, ið mangan kemur framvið, er: “Jamen, man eg vera nóg góð – eg, sum geri so nógv ringt? Man Jesus eisini hava tikið mínar syndir á seg?” JA! Jesus bjóðar tær hesa gávuna enn í dag. Ókeypis! Gev honum títt hjarta og liv fyri hann.

Tað er ymiskt, hvar vit eru í lívinum. Men óansæð, hvar tú ert í lívinum, so er boðskapurin tann sami! Jesus ynskir at møta tær! Ikki bara møta tær, men at verða tín pápi, tín hirði, tín leiðari gjøgnum alt lívið! Hann elskar teg og kennir teg betur enn nakar annar.
“Harri, tú meg rannsakar og kennir. Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst, langt burtur mín ætlan er tær kunn.  Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar.  Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar.  Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt.  Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei fyri tí førur.  Hvar skal eg fara frá anda tínum, hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni! Stígi eg til himna upp, tá ert tú har; reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert har; lyfti eg mær á veingjum morgunroðans, setist eg við hitt ytsta hav,  eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda!” (Sl 139,1-10).

Tað kunnu verða vinir, ið svíkja teg í lívinum, men Jesus svíkur ikki! Hann hevur givið eitt lyfti um, at hann aldri sleppur tær, og hann fer aldri frá tær! Jesus elskar teg!