Jesus er Guds orð til syndarar
“Eg skal vekja teimum profet upp av brøðrum teirra, tílíkan sum teg; orð míni skal eg leggja í munn hansara, og hann skal mæla til teirra øllum tí, sum eg bjóði honum. Og hvør, ið ikki lýðir orðum mínum, sum hann talar í mínum navni, hann skal standa mær til svars” (5 Mós 18,18-19).
Tað er ein grundleggjandi boðskapur í allari Bíbliuni, at Gud er álítandi. At Gud meinar tað, sum hann sigur, og ger tað, sum hann sigur seg fara at gera.
Í fyrndini talaði Gud við fólk sítt gjøgnum profetar sínar, og ein teirra var Móses. Tað var ofta eitt ótakksamt starv, tí profeturin ger ikki sjálvur av, hvat hann skal siga. Nógvir profetar fingu ringa viðferð frá samtíðarfólki sínum, tí teimum dámdi ikki boðskapin frá Gudi.
Í versinum omanfyri talar Gud við Móses um tann profetin, sum Gud fer at senda, tá tíðin er búgvin, Messias. Hann skal á ein serligan hátt vera Guds talurør, og tann, ið ikki leggur í tað, sum hann talar í Guds navni, skal standa til svars fyri Gudi sjálvum.
Tá hetta profetiið gekk út, talaði hann ikki einans Guds orð; hann var enntá sjálvur Guds orð – Guds orð er persóngjørt í Jesusi. Soleiðis sum Jóhannes evangelistur skrivar í evangeliinum til jóladag í ár: “Orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika” (Jóh 1,14).
So er tað gott, at orðið frá Gudi er eitt orð um Guds kærleika, fyrigeving og náði – fyri ein og hvønn, sum í trúgv tekur ímóti Jesusi. Og at hetta orðið eisini er komið okkum fyri oyrað! Lat okkum geva tí gætur.
(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)