Jesus er hitt sanna víntræið
”Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. ”
Jóh.15,5
Valla nakrastaðni sigur Jesus okkum greidligari frá, hvussu sambandið eigur at vera millum hann og tey, ið trúgva á hann, enn í líknilsinum um víntræið og greinarnar. Soleiðis sum víntræið og greinin hoyrir saman, soleiðis hoyri eg, sum trúgvi á Jesus, saman við honum. Sum Jesu lærusveinur geri eg einki gagn í Guds ríki, uttan eg í heilum vil taka ímóti kraftini frá Gudi. Hana kann eg bert fáa ígjøgnum orðið, bønina, sakramentini og hitt heilaga samfelagið, tí har talar Gud við anda sínum til menniskjuni.
Einaferð tók eg ta avgerð, at eg vildi vera Jesu lærusveinur. Eg vildi vera í fylgi við honum allar dagar mínar. Hann tók meg at sær, og eg havi kent kraft hansara hildið mær uppi, tá ið eg annars hjálparleysur tók at søkka í lívsins harðveðri.
Ta ferðina gleddist víngarðsmaðurin um meg – víngarðsmaðurin, sum er sjálvur Gud faðir á himni. Men alt er ikki gjørt við einaferð at koma til Jesus. Gud vil hava hvørja grein at bera ávøkst í heilum. Men ferð eftir ferð kenni eg, hvussu eg taki gleðina frá Gudi, tá ið hann leitar eftir frukt í lívi mínum. Ferð eftir ferð er hann noyddur við orðinum at reinsa meg – skera og klippa, so at tað nítur í hvørji hjartatægr. Og hvørja ferð mítt iðrandi hjarta er komið fram fyri hann við bøn um fyrigeving, við bøn um ein fastan vilja og eitt nýtt hjarta, hevur hann reist meg aftur reinsaðan við nýggjari kraft.
Men so kemur spurningurin: hvussu leingi hevur hann tol við mær? Eg veit bara, at enn hevur hann ikki tikið meg burtur av tí sanna víntrænum, sum eitur Jesus, enn hevur hann ikki kastað meg út at følna og at brennast, enn reinsar hann meg, enn væntar hann av mær, at eg skal bera meira ávøkst – enn fyrigevur hann mær syndir mínar og gevur mær nýggja kraft við Heilagum Anda ígjøgnum orðið, bønina, sakramentini og ígjøgnum hitt heilaga samfelagið – enn er hann hin tolni víngarðsmaðurin, sum heldur meg fast at Jesusi. Men hvussu leingi? Ja, so leingi, sum eg sjálvur – veika og brekaða menniskja – vil av heilum huga stríðast fyri at verða verandi sum ein grein á tí sanna víntrænum. Einaferð vil Jesus frígera meg frá øllum lívsins harðveðri – øllum lívsins freistingum og veikleikum og føra meg inn til hitt æviga lívið í heilagleika og reinleika. Har er einki mistak meira, eingin saknur, hvørki synd ella sorg, men einans fullkomin kærleiki alt. Tí vil eg verða verandi hjá Jesusi og lata Guds orð ráða mær og halda mær fast. n.