Jesus er tað sanna víntræið – vit eru greinarnar
“Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst” (Jóh 15,1-2).
Eyðkenni fyri tætta sambandið millum hirðan og seyðin er, at røddin á hirðanum kennist. Eins og ein mamma kennir mun á grátinum á barninum, um tað er svangt, tyst ella vil sova.
Við orðunum: Eg eri víntræið, tit eru greinarnar, vísir Jesus okkum, at talan er um eitt sera inniligt samband millum seg og sínar eftirfylgjarar. Uttan meg kunnu tit als onki gera. Og tá ið vit hugsa um, hvussu eitt træ er ein heild og hevur tørv á røttu umstøðunum, um tað skal vaksa væl, soleiðis eisini við okkum. Sum Guds børn vaksa vit ikki, uttan Jesus gevur ávøksturin. Hinvegin, tá ið okkara umstøður eru rættar, vaksa vit og verða til gagns fyri næsta okkara.
Tá ið Jesus sigur seg vera tað sanna víntræið, hvat er so tað ósanna? Fleiri staðir kunnu vit lesa, at Ísrael var Guds víntræ ella víngarður. Eitt nú hjá Jesaja profeti, sum sigur frá, at Gud plantaði sær ein víngarð og væntaði sær góðar fruktir, men fekk einans villber. Hann væntaði tað, sum er rætt, men har var manndráp, hann væntaði rættvísi, men har vóru neyðarróp.
Úrslitið var, at Gud oyðilegði víngarðin. Myndaliga talað breyt hann garðin og stikið, so víngarðurin bleiv niðurtraðkaður og uppetin.
Boðskapurin er greiður: Tað er ikki líkamikið, hvussu menniskju liva sítt lív. Men Gud gevur greiðar leiðreglur fyri okkara lív. Spurningurin er so, hvørjar eru tær góðu umstøðurnar? Hvussu eri eg sum ein grein, ið ber ávøkst og verði til gagns hjá øðrum?
Sambært Jesusi hendir tað, við at vit verða verandi í kærleika hansara. At síggja, at mín frelsa og góða støða fyri Gudi ikki hvílir á mær, men at eg einans verði bjargaður vegna hansara lív og deyða í mítt stað.
Sum greinar á honum eru vit fullkomiliga samgrógvin við hann. Eins væl og vit ganga út frá honum og geva ávøkst og bera frukt.