Jesus er uppreisnin og lívið
“Jesus segði við hana: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?” (Jóh 11,25-26).
Í fyrstuni var jørðin oyðin og ber. Jørðin var fruktarleys og ikki egnað at búgva á. Síðani lesa vit, við endan á skapanarsøguni, at nú var gamaní at liva væl hjá menniskjum við øllum tí, sum skuldi til fyri at hava eitt fullkomiliga gott lív. Tað var friður. Har var nokk av mati og drekka til øll. Arbeiði var nokk til øll, enntá uttan at stríðast við tað, men alt gekk væl í hond. Ongin sjúka, ongin hungursneyð, onki kríggj, ongin ósemja millum mann og konu. Ongin valdsmisnýtsla. Onki gírni. Onki sjálvræði. Ongin deyði. Einans lív í friði og yvirflóð.
Men vit kunnu skjótt semjast um, at soleiðis sær ikki út longur. Hóast vit í Føroyum enn njóta nógv av hesum til dagligt, kunnu vit illa lata sum um, at alt er í lagi.
Eina tíð ber tað til. Men so ein dag kemur deyðin eisini eftir okkum. Í nógvum førum sendir hann fyrst sínar umboðsmenn. Aldurdóm og sjúku, og síðani kemur hann sjálvur at enda og bankar á okkara hurð.
Nógv liva leingi, og vit uppliva tað serstakliga syrgiligt, tá ið ung og børn doyggja frá okkum. Vit hava eitt sterkt ynski um lív. Eg trúgvi, at hetta sterka ynski er gudgivið. At tað er hinum fullkomna heimi, vit longjast eftir. Tað er samsvar millum mín longsul og nakað, sum kann metta hann.
Og um eg finni í mær sjálvum longslar, sum onki í hesum heimi sýnist at kunna metta, so er tað mest sannlíkt, at eg var skapað til ein annan heim.
Jesus vísti sítt vald yvir deyðanum, tá hann vakti upp Lázarus frá deyðum. Jesus vil eisini geva lív í dag. Um hann veruliga var tann, hann segði seg vera, og tað trúgvi eg, at alt talar fyri, so er hann persónurin, sum alt lív snýr seg um. So er hann uppreisnin og lívið.