Jesus er upprisin
“Kvinna, hví grætur tú?” Hon sigur við teir: “Tí at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann” (Jóh 20,13).
Vónin er brostin, Jesus er deyður, jarðaður og enntá stjolin.
Hetta lýsir væl okkum menniskju. Maria søkir Gud, men finnur hann ikki, hóast hann er beint framman fyri nøsina á henni. Men tá Gud kallar á hana, kennur hon við tað sama Jesu kall! Kallið er serligt!
Jóhannes 16,7: “Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur, skal eg senda hann til tykkara.”
Tá ið Jesus var í heiminum, var Guds dýrd avmarkað til eitt stað í heiminum, nevniliga í Jesusi. Tá ið Jesus fullgjørdi frelsuverki á krossinum, sendi hann Andan til okkara, sum skal taka búgv í okkum øllum, sum trúgva.
Hví hevur Jesus slíka ávirkan í dag?
- Hann skrivaði onga bók.
- Hann ferðaðist ongantíð longur enn 300 kilometrar frá heimbygdini.
- Hann fylgdist við fiskimonnum, tollarum og syndarum, og lærdi tey í 3 ár!
- Øll orð um Jesus passa í eina lummabók, tó eru túsundtals bøkur skrivaðar um hann.
- Hann málaði einki, men túsundtals málningar eru av honum.
- Hann gjørdi ongan tónleik, tó eru flestu symfoniir, sálmar og sangir um hann.
So hví? Tí Jesus er ikki bara deyður, hann er upprisin!
Jesus kallar menniskju enn í dag, til frelsu, og síðan tænastu at bera gleðiboðini víðari!