Jesus er vegurin, sannleikin og lívið.

Skrivað: Martha H. Mýri

Um vit skulu ganga ein veg fyri fyrstu ferð, tað kann vera ein fjallatúrur, vit ongantíð hava gingið áður, so er tað gott at kenna onkran, sum hevur gingið túrin fyrr. Hesin veit vegin niðan á toppin og júst, hvussu vit skulu ganga, fyri at koma trygt aftur og fram. Man kann siga, at tann, sum tá vísir vegin, bleiv vegurin fyri okkum niðan á fjallið tann dagin.

Nógvar vegir kenna vit væl og vita júst, hvussu vit skulu ganga. Men á lívsins vegi er hvør dagur nýggjur, og nógv nýtt og óvæntað kann henda á okkara vegi. Tá er gott at vita, at Jesus hevur gingið lívsins veg, og at hann hevur lovað at verða við okkum allar dagar – upp á tindar og gjøgnum dalar. Fylgja vit Jesusi eftir á lívsins vegi, so førir vegurin til ævigt lív heima í himli.

Stutt áðrenn páskahátíðina samlaði Jesus lærusveinarnar og gav teimum seinastu týdningarmiklu ráðini og boðini, tí hann visti, at hann skjótt skuldi verða handtikin og krossfestur fyri allar heimsins syndir. Tummas skilir ikki, hvar Jesus skal fara, og hvussu hann skal koma til staðin, sum Jesus fer til. Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær» (Jóh 14,6).

Tað er bara við trúgv á Jesus, at vit koma vegin fram til faðirin á himli. Mín bøn skal vera, at vit altíð minnast til at fylgja Jesusi eftir, so vit halda okkum á rættari leið á lívsins vegi.