Jesus er vegurin, sannleikin og lívið
”Jesus sigur við hann: ”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. Høvdu tit kent meg, tá høvdu tit eisini kent faðir mín. Og frá hesi stund kenna tit hann og hava sæð hann” (Jóh 14,6-7).
Lat okkum ímynda okkum tveir persónar, sum hava møtt drotningini andlit til andlits. Tann fyrri er bókaútgevari og hevði nýliga givið bók út um drotningina. Tískil var hann boðin at møta drotningini til ein drekkamunn. Hon var áhugað og spurdi nærri, hvussu gingist hevði við bókini og útgávuni.
Hin var ein lívverji. Ein dagin gjørdi hann av at sníkja seg inn í eitt rúm, sum ikki var alment atkomiligt á Amalienborg. Sum hann gekk og mól, stóð drotningin brádliga har og spurdi: – Lívverji, hvat gert tú her?
Um vit nú spyrja hesar báðar, um teir kenna drotningina, svara teir báðir nei, hóast teir hava møtt henni. Øðrvísi er tað við henni, sum sonur drotningina bjóðar heim við sum sína elskaðu. Hon kemur at kenna drotningina persónliga. Og drotningin fer eisini at viðurkenna hana, bæði alment og privat.
Við Gudi er møguligt at kenna hann eins og hesir báðir fyrstu. Tann eini kanska meira áhugaður enn tann seinni. Tann eini granskar Gud og tað andaliga, men fær ikki vissu fyri, hvussu Gud hevur tað við seg. Hin kanska ein mynd uppá menniskju, sum halda seg hava góða atgongd hjá Gudi, men verða stórliga bilsin, tá ið Gud brádliga stendur har og spyr: Hvat vilt tú? Eins og Paulus, sum forfylgdi Guds fólki, varð steðgaður knappliga við orðunum: Hví søkir tú at mær?
Øðrvísi er tað við honum ella henni, sum kemur til faðirin við soninum. Hann kemur, sum var hann Jesus sjálvur. Ikki í kraft av sínum góðu avrikum, men í kraft av Jesu fullkomna avriki.
Jesus vísir ikki til ein veg, fyrst og fremst, men sigur “Eg eri vegurin”. Vegurin er ein persónur. Komið til mín, sigur hann. “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin, uttan við mær.”