Jesus fór fyri seg sjálvan

Skrivað: Kristianna Johannesen

“Men tá ið Jesus hoyrdi tað, fór hann við báti burtur haðani í ein oyðistað fyri seg sjálvan” (Matt 14, 13).

Í 14. kapitli hjá Matteusi lesa vit fyrst um, at Jóhannes doypari verður tikin av døgum á ein syrgiligan hátt. Tá Jesus hoyrdi, hvat var hent, fór hann burtur í ein oyðistað fyri seg sjálvan. Óivað kendi hann sorg og hevði á at biðja til faðirin.

Jesus og Jóhannes høvdu altíð kent hvønn annan. Jóhannes var undangongumaður fyri Jesusi og slóðaði vegin fyri honum. Vit lesa í Lukas 1, 39: at tá eingilin hevði verið og vitjað Mariu og givið henni boð, at hon skuldi føða heimsins frelsara, fór hon at vitja Elisabeth, skildkonu sína, sum eisini var við barn. Tá Maria og Elisabeth heilsaðust, spældi burðurin í móðurlívinum hjá Elisabeth.

Tað er svárt at missa ein góðan vin. Tað er ymiskt, hvussu vit bera okkum at, tá vit fáa sorg. Nøkur fara inn í seg sjálvan, onnur tosa við ein, tey hava álit á. Uppaftur onnur gera sum Jesus, leita til loynikamarið. Í loynikamarinum kunnu vit venda okkum til Jesus í bøn. Í bønini kunnu vit koma til Jesus við øllum, vit hava í sinni. Ígjøgnum bønina koma vit í samband við Jesus. Bønin lívgar og troystar. Bønin loysir upp.

Bønin er mín himmalstigi,

lyftir meg frá hesi verð;

faðir, tá eg til tín biði,

upp frá jørð mín andi fer,

leitar til tín ljósa sal;

vegin vísir orð títt væl

MS 237 v. 1