Jesus hevur altíð tíð at steðga á

Skrivað: Annelisa Rasmussen

“Men hann segði við hana: Syndir tínar eru fyrigivnar” (Luk 7,48).

Hendan kvinna órógvaði teir. Og sum altíð, hendir nakað við okkum menniskjum, sum verða órógvað. Vit verða tikin frá tí, vit hugsa um, og mugu knappliga fyrihalda okkum til eina nýggja støðu ella eina nýggja hugsan. Soleiðis hava teir helst havt tað, allir jødarnir, sum vóru samlaðir í húsinum hjá Símuni Fareseara henda dagin. Hann hevði bjóðað teimum inn at eta saman við sær, og hann hevði harumframt bjóðað einum serligum gesti við, Jesusi úr Nasareth, sum øll so fegin vildu møta. Og so stendur hon har, og órógvar teir; sum tað stendur um hana í ørindini 37, ein syndafull kvinna, sum var har í bygdini.

Tað hevði verið so lætt hjá hesum serliga gesti at steðga støðuni. Jesus kundi havt avtala eina aðra tíð við hana og sent hana avstað. Hann kundi sagt henni, at hann hevði ikki tíð beint nú. Tað var ikki hon, sum var bjóðað, men hann. Hann kundi havt sent hana burt, men soleiðis er hann ongantíð. Soleiðis er Jesus ongantíð.

Vit menniskju hava nógv at gera – nógv um at vera. Men Jesus hevur altíð tíð at steðga á. Hann hevði altíð tíð at steðga á hjá teimum, hann møtti á sínum vegi. Fyri honum vóru eingir trupulleikar ella spurningar so lítisverdir, at teir kundu bíða til ein annan dag. Hann tekur ímóti kvinnuni, sum ”brýtur inn”. Hann tekur ímóti tveimum blindum á vegnum, tí lamna, sum verður sigin niður gjøgnum takið, syndarum og tollarum, sum vóna at fáa hansara fyrigeving og kærleika. Og hann tekur ímóti okkum, tá ið vit koma til hansara við øllum tí, sum okkum liggur á hjarta. Her fáa vit somu fyrigeving sum kvinnan. At koma til hansara, Jesus Kristus, tað er ongantíð at koma og føla seg at vera til ampa. Tað er harafturímóti at koma til Gud, sum altíð tekur menniskju í álvara, óansæð hví og nær vit koma til hansara.