Jesus hevur avdúkað seg

Skrivað: Derhard Jógvansson

“Um Gud er veruligur, hví vísir hann seg so ikki bara, so eingin av okkum skal vera í iva?” Soleiðis kann eg spyrja, tá ið eg grundi yvir, um nakar man hava sæð Gud.

Her er talan um tvey ymisk viðurskifti: Guds avdúking og mína trúgv. Tað er møguligt hjá mær at trúgva eini lygn. Tað ber eisini til at síggja sannleikan, men kortini avnokta hann. So hvar er trupulleikin? Hjá Gudi ella hjá mær?

Søren Kierkegaard skrivaði: “…talan kann ongantíð vera um nakran lærisvein í aðru røð.” Tað er Gud, sum avdúkar Jesus fyri einstaklinginum. Um eg livdi samtíðis við Jesus ella ikki, ger ongan mun, tá ið talan er um trúgv á, at Jesus er Gud.

Jesus segði: “Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!” Hetta segði hann við Tummas, sum hevði sagt við hinar lærisveinarnar, sum høvdu sæð Jesus livandi: “Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.”

Einasti fyrimunurin hjá eygnavitnunum var søguligi veruleikin. Ikki trúgvin – sum Gud sjálvur gevur. Hetta er undrið. Spurningurin er ikki, um Jesus er avdúkaður, men um eg trúgvi tí!