Jesus hevur lyklarnar
“Óttast ikki … eg havi lyklar deyðans og heljar!” (Opb 1,18)
Ein av mest vónleysu umstøðunum, er at hava mislagt lyklar sínar.
Tú kanst læsa teg úti frá egnum heimi á tann hátt. Í gomlum ævintýrum verður sagt frá einum slotti, har sagt verður frá einum rúmi, ið er óatkomandi, og altíð læst. Eingin lykil er at finna, ið kann læsa tað upp. Óhugni gongur út frá tí.
Á sama hátt deyðans og heljar. Endaleysar ferðir er tað vorðið droymt og tikið ríkan til, hvussu har man vera. Eingin er komin aftur haðani og sagt okkum nakað, hvussu har man vera. Tað er uttan iva syrgt fyri, at hvørki Lázarus ella sonur einkjunnar úr Nain ella dóttir Jairus kundu minnast nakað. Deyðin og helheimur – einar læstar dyr og eingin hevur lykilin.
Jú, ein. Harri okkara Jesus Kristus, sum smakkaði deyðan okkara vegna og sum prædikaði í helheimi. Hann hevur lykilin. Tað merkir, at hann ger av, nær mín túrur verður at fara leiðina hagar. Hann letur sjálvur upp. Hann ger eisini av, hvussu leingi eg skal vera í helheimi. Hann hevur eisini lykilin og letur upp aftur, tá basúnin skal ljóða, og tá tey deyðu skulu rísa upp.
Tað forgongiliga er klætt í óforgongiligleika og tað deyðiliga er klætt í ódeyðiligleika, tá skal tað orðið ganga út, sum skrivað er: “Deyðin er uppslúkaður í sigur” (1 Kor 15,54).
Tá tagna tey tár, sum í sorgtungu stund
so nívandi boygdu til jarðar,
og sálin søkir hin friðsæla fund,
har faðirin barninum svarar.
(SB 470,4)