Jesus Kristus er hin sami

Skrivað: Hjalmar Waag Arge

“Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.” (Hebr 13,8)

Kapittul 13 byrjar við, at rithøvundurin av Hebrearabrævinum áminnir hebrear um, at teir skulu vísa bróðurkærleika, gestablídni og æra hjúnabandið. Eisini áminnir hann teir í seinnu helvt av fimta ørindi, at Harrin hevur sagt “Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær.” Seinni minnir hann teir á at minnast vegleiðararnar, ið hava gingið undan og biður teir fylgja trúgv teirra eftir. Síðani sigur hann í ørindi átta “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.”

Akkurát hetta ørindið hevur fylgt mær í síðstuni, nú heimurin er í tí støðu, hann er í. Vit hoyra tað í sjónvarpinum, útvarpinum, tíðindaportalunum, og tað slepst ikki undan at hoyra ella lesa um hesa herviligu smittu, ið hevur fingið allan heimin at liggja stillan. Tað tykist løgið. Alt er broytt og einki er, sum tað plagdi at verða. Fólk eru bangin fyri, hvat fer at henda, tí man veit so lítið um hesa farsótt. Í øllum hesum ruðuleikanum er tað gott og ikki minst lívgandi at minnast tey lyftini og áminningarnar, vit finna í Guds orði.

Í 5. ørindi í kapittul 13 stendur “Tí at hann hevur sagt: Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær.” Tað er styrkjandi at verða mintur á, at Gud, sum hevur vald á øllum, skal vera hjá okkum óansæð, hvussu umstøðurnar eru. Fyri summi kann henda tíðin vera sera tung, men vit kunnu altíð fara til Jesus við okkara tungu byrðum. Tað verða vit mint á í Matteus 11,28, har Jesus sigur: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”

Hóast henda tíðin tykist trupul, tí gerandisdagurin er broyttur, so er gott at minnast, at Harrin er við okkum. Vit kunna altíð koma til hann, tí “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.”

Harrin vælsigni teg og varðveiti teg.