Jesus leitar eftir tí eina
Í eini myndabók, sum vit hava heima, er ein søga um ein seyðamann, sum eitur Jábal. Jábal eigur 100 seyðir, sum hann røktar við lív og sál.
Hvønn morgun fer hann úr rættini við seyðinum, og meðan hann gongur fremst, kemur seyðurin aftaná.
Tá dagurin er liðugur, fer fylgið heimaftur í rættina, og meðan seyðurin gongur innum portrið, telur Jábal teir allar samlar fyri at tryggja sær, at allir 100 eru komnir heim.
Men so eitt kvøldið telur Jábal bert 99. Sjálvt um hann var deyðamóður eftir ein langan arbeiðsdag, fór Jábal straks út at leita eftir tí eina seyðinum, sum ikki kom heim við. Og lukkutíð fann Jábal lambið, áðrenn nakað var hent tí. Og Jábal fór, syngjandi av gleði, heim við tí vilsta lambinum á herðunum.
Á sama hátt er tað við okkum menniskjum. Í veruliga lívinum eitur seyðamaðurin ikki Jábal, men Jesus. Og seyðurin eru tú og eg.
Jesus telur flokkin hvønn dag, og vísur tað seg, at ein okkara manglar, so fer hann ikki at skeldast, men fer straks út at leita eftir tí eina, sum manglar.
Jesus leitar, men tað er upp til okkum sjálv at lata okkum finna.
Í Jóhannesi 10,14-16 stendur: “Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar. Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði.”