Jesus mettar mína svongd

Skrivað: Derhard Jógvansson

“Sambært frágreiðing, sum Unicef – barnafelagskapurin hjá ST –  hevur almannakunngjørt, er vatntrot í 36 londum. Um 20 ár fer fjórða hvørt barn í heiminum at búgva í øki við avmarkaðari atgongd til reint vatn.” Soleiðis stóð skrivað á Portalinum 22. mars 2017 og hugsaði eg: “Ber til hjá mær at gera nakað við trupulleikan? Hvat skal eg gera? Hvussu kann eg metta hesa svongd? Hvussu kann eg geva tað, eg havi ríkiligt av – vatn?”

Fleiri og fleiri liva í svongd. Eg veit tað, men geri lítið við trupulleikan. Hví? Eg havi miðlarnar, men hjálpi ikki! Tí andalig svongd skapar sinnisliga og likamliga svongd!

Eg hjálpi ikki, tí mær dámar best meg sjálvan! Støðan sær vónleys út, so eg gevi bara upp. Og hvussu nógv kann eg einstaka menniskja veruliga gera við hesa heimsumfatandi støðu? So er tað eisini tað, at eg eri svangur sjálvur! Eftir kærleika, hvíld, gleði, felagsskapi, tryggleika, rættindum, ævinleika.

Jesus segði: “Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.”

Andalig svongd skapar sinnisliga og likamliga svongd!

Men Jesus er føðin til alla mína svongd.