Jesus nevnir teg við navni

Skrivað: Mariann Djurhuus Poulsen

Tað eru ikki øll, sum hava so lætt við at minnast nøvn ella kenna fólk aftur. Tá verður ofta rópt: “tú, hon sjálv” ella “hann sjálvur, kom líka her”. Eisini kann vera sagt, tá onkur verður umtalaður: hin myrkhærda ella sonur Mikkjal ella hann av Nesi og so framvegis. Og vit kenna eisini kensluna av at hava gloymt navnið á onkrum, sum vit kenna rímiliga væl. Tað er ikki ein góð kensla, hvørki fyri okkum ella fyri viðkomandi. Tí navnið hevur týdning. Tað er persónligt. Vit undrast og gerast errin, tá onkur, sum vit ikki væntaðu kendi okkara navn, nevnir okkum við navni. Men nógv størri gleði er tað, at Gud kennir okkum og nevnir okkum við navni.

“Eg nevni teg við navni, tú ert mín” (Jes 43,1).

Tá Jesus var risin upp, hitti Maria Magdalena hann í urtagarðinum. Fyrst tosar hann við hana og kallar hana kvinna. Tað broytir ikki nakað í Mariu, tí hon heldur hann vera urtagarðsmannin. Hon verður ikki nevnd við navni, og tí er Jesus fremmandur fyri henni. Men tá hann nevnir navnið á henni, vendir hon sær á og sigur: “Rabbuni”, sum merkir meistari. Tá kennir hon hann. Tá gerst hann livandi fyri henni, og gleðin vellir fram. So lítil løta millum setningarnar, men so avgerandi stórur munur. At verða kallað tað ópersónliga heitið kvinna, og so at verða nevnd persónliga við navni. Hetta er tað, Jesus ger; hann kennir okkum persónliga og kallar okkum við navni. Soleiðis er sambandið, sum Gud frá uppruna ætlaði millum seg og menniskju. At vit eru hansara, og hann hevur umsorgan fyri okkum. Men hann vil eisini, at vit kenna hann persónliga. At hann ikki bara er “tann, sum skapti heimin” ella “hann, sum letur tað regna”, men at vit kenna hann sum okkara persónliga faðir og frelsara.