Jesus skilir okkum

Skrivað: Unn Justinussen

“Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd” (Hebr 4, 15)

Tað, at Jesus valdi at taka á seg tænaramynd og gjørdist monnum líkur, viðførdi, at hann livdi lív sítt sum menniskja við øllum tí, sum tað viðførir – tó uttan synd. Jesus upplivdi at gerast bangin, keddur, svangur, tystur, troyttur og so framvegis. Hann kennir okkara menniskjaligu tørvir og veit, hvat júst eg og tú hava tørv á. Jesus bleiv freistaður av illamanni, men stóð ímóti øllum freistingum. Tí kann hann hava várkunn við veikleikum okkara, tí hann veit, hvat ið tað er at vera menniskja. Hann skilir okkum til fulnar! Hvat er tað ikki gott at vita at óansæð, hvat ið vit koma út fyri í lívinum, so skilir Jesus okkum og ynskir at hjálpa okkum. Vit nýtast ikki at kenna okkum einsamøll og hjálparleys. Sum menniskju uppliva vit at falla í synd. Jesus ynskir at bjarga okkum. Jesus er okkara bjargingarkransur. Hann lat sítt lív fyri allar heimsins syndir. Vit nýtast bert at taka bjargingarkransin fyri at verða bjargað. Tak ímóti frelsuni í dag!

Amen!