Jesus sum stavnhald
”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ”
Matt.11,28
Ein gamal maður varð biðin at geva ungdóminum góð ráð. Tað vildi hann gera og segði fyrst, at hetta var torført, tí ongantíð hevði ungdómurin skilt væl tey gomlu, og tey gomlu hava so ilt við at skilja ungdómin. Nú var hann vorðin gamal, og fjørður hansara skjótt rógvin, men stavnhaldið hevði altíð verið Jesus.
Siðan segði hann: ”Míni ráð til tykkum ungu, sum nú leggja frá landi, eru hesi: missið ikki stavnhaldið úr eygsjón! Fjørðurin er djúpur og streymharður við kurlandi íðum og afturundirgerðum. Mong stremban og vandastundin liggur framman fyri tykkum, men eisini mong silvitnisløtan.
Latið Jesus vera stavnhaldið í lívi tykkara og havið hann innanborða hjá tykkum. Lítið á hann og leggið so út á fjørðin. Eru tit í hansara hondum, so eru tit væl farin.
Um so ferðin gerst stutt ella long – tað ger minni, men er hann við, og er hann stavnhaldið, tá verður tað eisini hann, sum tekur ímóti tykkum hinumegin.
Í hesum treysti havi eg livað lívið, og í hesum treysti vil eg nú eisini doyggja, tí Jesus er stavnhald mítt.”