Jesus tekur ímóti øllum

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

“Og sí, ein spitalskur maður kom og fell til jarðar fyri honum og segði: «Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.» Og hann rætti út hondina, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað.” (Matt 8,3)

Vit síggja fleiri ferðir í bíbliuni, at Jesus grøðir spitalsk menniskju. Í hesum ørindinum grøðir Jesus ein mann, og í Lukas 17 grøðir Jesus 10 spitalskar menn.

Spitalskusjúkan verður sjálvt í dag lýst, sum ein av teimum ringastu og vandamiklastu sjúkunum. Tá menniskju vórðu spitalsk í Jesu tíð, vórðu tey tveitt út úr samfelagnum. Fekk ein sjúkuna, var eingin leking at fáa. Øll ræddust sjúkuna líka illa. Men ikki Jesus. Jesus tók ímóti teimum spitalsku, tá tey komu til hansara í neyð. Hann rak tey ikki burtur, men grøddi tey.

Eg sat ein dagin og tosaði við nakrar starvsfelagar um korona og alt, sum hartil hoyrir. Og tá segði ein ”man skuldi trú, hann var spitalskur” – tí eingin torir at nærkast einum, ið møguliga hevur korona.

Jesus kemur eisini til okkum í dag. Eisini tey, sum sita í sóttarhaldi og føla seg púra einsamøll og kanska bangin. Jesus tekur ímóti øllum, sum koma til hansara.

“Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt 11,28)