Jesus veri hjá tær

Skrivað: Petur Absalonsen

“Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Gud tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg.” (Jes 41,10)

Vit øll, ið eru uppvaksin í einum trúgvandi heimi, hava hoyrt orðini “Jesus pápi veri hjá tær”, tá ið vit eru farin frá húsum. Men hava vit nakrantíð givið okkum far um, hvussu fantastisk hesi orð eru? Eru hesi orð ikki ofta farin inn ígjøgnum annað oyra og út aftur ígjøgnum hitt?

Hesi orðini eru blivin mær so kær ta seinastu tíðina. Eg havi altíð hoyrt tey, í hvussu er hvørt kvøld, áðrenn eg eri farin í song, men eg havi ikki hugsað so nógv um tey. Tí sjálvandi var hann hjá mær, men kortini tók man tey ikki heilt til sín.

Men nú eri eg fluttur av landinum og eri komin í eitt nýtt umhvørvi, har alt er nýtt og ókent. Tá er tað vælsignað, at foreldur hava lagt hesi orð í meg, at Jesus er hjá mær. Tí tá eg føli meg ótryggan ella einsamallan, so kann eg finna hvílu í at óansæð, hvussu einsamallur ella ótryggur eg eri, so er Jesus altíð hjá mær.

So tann dag, tá ið tú følir teg einsamallan ella at tú ikki megnar okkurt, minst tá til, at Jesus er hjá tær. Tá ið Jesus er við okkum, tá kann einki forða okkum.