Jesus vil beina ruskið í tínum lívi burtur
”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín” (Matteus 11,28-30).
Tvær ella tríggjar miðalstórar flugur. Tær eru komnar inn og finna ikki leiðina útaftur. Tær órógva og gerast ótolandi, men tær flúgva ov skjótt og eru ov skjótar, hvørja ferð tað verður roynt at smekka til tær.
Men hví eru brádliga so nógvar flugur komnar? Jú, orsøkin er, at uttanfyri flýtur yvir við ruski, ið ikki er beint burtur. Tað er farið at lukta langan veg av hesum ruski, og av somu orsøk eru nógvar flugur nú komnar inn, sum órógva og gera gerandisdagin ótolandi. Alt orsakað av ruskinum, ið tú ikki hevur fingið beint burtur.
Hvat gert tú við flugurnar í tínum lívi? Tekur tú flugusmekkaran fram og gert eina royna at beina fyri flugunum, so hvørt tær koma? Góða eydnu! Men so leingi ruskið stendur, og tað ikki verður beint burtur, so halda flugurnar fram at órógva teg.
Ber tað til Jesus. Alt tað, ið tú stríðist við. Alt tað, ið órógvar tær dagin. Tað, ið nívir teg. Ber tað til Jesus. Hann vil hjálpa tær og taka tína byrðu. Lat hann beina ruskið í tínum lívi burtur, og tá fara flugurnar eisini at hvørva.