Jesus vil møta okkum
“Og tá ið Jesus kom hagar, leit hann upp og bar eyga við hann og segði við hann: “Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi” (Luk 19,5).
Her hjá Lukasi hoyra vit um mannin Sakeus. Hann var tollari og ikki serliga væl lýddur millum fólkið. Og tað var nokk heldur ikki uttan grund, at hann ikki var so væl dámdur, tí hann var ein kúllur og tók ov nógvar pengar frá fólkinum.
Men so hoyrir hann um, at hesin maðurin Jesus skuldi koma framvið, og hann var forvitin og vildi sleppa at síggja Jesus. Tí skundaði hann sær og kleiv uppí eitt træ, so hann kundi síggja Jesus betur.
Og tað bleiv ikki bara Sakeus, sum sá Jesus, men Jesus sá eisini hann. “Kom niður”, segði Jesus við hann. Og Sakeus bleiv so glaður, og aftaná at Sakeus hevði møtt Jesusi, broyttist alt hansara lív.
Jesus vil møta tær og mær. Hvussu bera vit okkum at, tá Jesus møtir okkum? Blíva vit glað eins og Sakeus? Og vilja vit broyta okkara lív, eins og Sakeus, soleiðis at vit koma at líkjast Jesusi meir og meir? Jesus vil búgva hjá okkum, og hann hevur sagt, at hann vil hjálpa okkum at liva okkara lív saman við sær.