Jesus – vinur teirra einsligu(3:9)
”Men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámáriu. Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum. Men har var Jákups brunnur. Tá ið Jesus nú var móður av ferðini, settist hann niður har við brunnin; tað var um sætta tíma. Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn. Jesus sigur við hana: »Gev mær at drekka!« ”
og
”Jesus svaraði og segði við hana: »Ein og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta ”
Jóh.4
Ein einslig kona kemur gangandi við vatnkrukku síni. Tað er á middegi, og sólin stendur høgt á luftini. Konurnar úr Sikar plagdu annars at fylgjast út til brunnin, men aldri um hesa tíðina. Huff! Nei, tað var sanniliga ov heitt at fara eftir vatni nú í middagshitanum.
Men hesi konuni dámdi best at fara einsamøll – sjálvt um tað júst var hennara neyð, at hon var so einsamøll. So slapp hon undan at hitta hinar og hoyra, hvussu tær argaðu hana og komu við speiskum viðmerkingum. Hon var hin syndafulla konan í bygdini, og hon visti fullvæl, hvussu fólk teskaðu og sleygaðu um hana. Nei, syndin gevur onga gleði! Tað hevði hon so vist sannað – hon var vorðin ein einslig og ólukkulig kona!
Men úti við brunnin sat Jesus og bíðaði eftir henni. Ja, tað var fyri hennara skuld, at hann var komin: ”Men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámáriu…” lesa vit. Kærleiki hansara til syndarar dró hann henda veg. Hann vildi sløkkja sálartosta hennara og gera hana glaða og lukkuliga.
Og hon gjørdist glað. So glað, at hon gloymdi tosta sín og læt vatnkrukkuna standa. Hon tuskaði inn í bygdina at siga hetta fyri hinum.
Ja, Gud brúkti enntá hana at bera hinum boð um frelsu sína. Har gjørdist veking í Sikar, og mong komu til trúgv á Jesus!
Soleiðis er Jesus! Minst nú til tað, tá ið tað ert tú, sum ein dag ert einsamallur og ólukkuligur. Jesus er vinur teirra einsligu!
Vilhelm Munch. Effie Campbell umsetti