Jólavónin

”Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til.” og ”Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: »Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.« ”
Op.21,1 og 3-4

 

 

Tá ið eg sum barn hevði pakkað jólagávurnar upp, bíðaði eg altíð eftir onkrum størri. Ikki fleiri gávum, men ”meiri” í eini djúpari og størri merking. Eg kundi lata jólagávurnar liggja, toyggja meg út í vindeygað og langtandi líta út yvir tað kavaklædda landslagið uttanfyri. Hvørjum longdist mær eftir? Jesus var jú komin. Hvat meira kundi eg vænta og vóna? Hví merkti eg henda løgna longsulin eftir einum fullkomnari jólum?

 

Víst var eg bert eitt barn, men á ein ella annan hátt hevði eg skilt, at jólini hesumegin ævinleikan í veruleikanum ikki eru meiri enn eitt lyfti. Frelsarin er komin, jú, men søgan er ikki úti enn. Friður valdar í hjørtum okkara; men okkum leingist eftir, at friður eisini skal valda í heiminum. Hvørja ferð vit hátíðarhalda fyrru komu hansara, staðfesta vit í veruleikanum eisini, at nú er onnur koma hansara eitt ár nærri. Allir jólasálmar okkara eru sum eitt afturljóð av tí himmalska sanginum, sum skal fylla allar himnarúmdir, tá ið Gud ger allar lutir nýggjar. Hvør einasta jólagáva er eisini eitt tekin, sum peikar okkum á størstu gávuna av øllum: Tað æviga lívið. Hvørt smíl minnir okkum á ta gleði, sum bíðar okkum, tá ið vit um ævir skulu sleppa at vera saman við okkara kæru.

 

Einglarnir yvir Betlehems fløtum boðaðu frá Jesu føðing, men ein dag fara teir at boða frá afturkomu hansara. Login á jólaljósinum skal minna okkum á tað ljósið, sum ”fólkasløgini ein dag skulu ganga í … og kongar jarðarinnar skulu koma inn í … við síni dýrd.” Opb.21,24. Hvørji jól kunnu vit hátíðarhalda, at nú er afturkoma hansara eitt ár nærri.

 

Maran ata(Harri vár kemur). Gleðilig jól. Tú komst til okkara, og tú fert at koma aftur!