Aftur til forsíðu

Júst sum vit eru

Júst sum vit eru

Skrivað: Marjun Nattestad Petersen

”Tit skulu ikki laga tykkum eftir tíðarrákinum, men latið Guds Anda broyta hugsanir og vanar tykkara, so at tit kenna Guds vilja og gleða hann við tí góða og rætta” (Róm 12,2).

Søgan um ein heimleysan mann, sum bleiv spurdur um at verða málaður av einum listamanni, hevur ofta hugtikið meg. Tá hesin maðurin møtti upp hjá listamanninum, var hann ókenniligur, tí hann hevði latið seg í rein klæðir og sá ikki meira út sum ein heimleysur.

Myndin skal læra okkum, at vit kunnu koma til Jesus, júst sum vit eru. Soleiðis er Jesus. Vit kunnu nevniliga hetta – koma, júst sum vit eru, við øllum okkara syndum og við øllum tí, vit ígjøgnum okkara lív hava gjørt skeivt.

Men hvussu bera vit okkum at mótvegis nýggjum menniskjum í okkara meinigheit? Møta vit teimum við Jesu sinnalagi, ella minna vit tey stillisliga á, at tey fyrst mugu gevast við hesum og hasum, áðrenn tey veruliga eru ordilig kristin fólk? Gera vit tað seinna, royna vit at gera arbeiðið fyri Gud. Tá gloyma vit, at Gud er Gud – og at vit ikki eru Gud. Tí Gud er spaklyntur, tolin og leypur ikki fram av. Tá mugu vit lata Guds Anda broyta okkum, soleiðis at vit kunnu møta menniskjum við Jesu sinnalagi og við einum kærleika, sum vit ikki kunnu skilja.

A+